Hákun fleiri mál í Füchse-sigri á Kiel

Hákun fleiri mál í Füchse-sigri á Kiel
Hákun West av Teigum skoraði seks mál, tá Füchse Berlin vann á Kiel, sum er í fríum falli í landskappingini uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu
Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix  
 
10.05.2026 - 15:47

Hákun West av Teigum skeyt seks mál, tá Füchse Berlin vann 35-28 á THW Kiel og fekk tvey týðandi stig í royndini at spæla seg aftur í Champions League næsta kappingarár. 

Føroyski landsliðsvongurin fekk kjansin níggju ferðir, og skoraði tískil upp á 67 prosent at skotroyndunum; eitt vet lægri enn hann viðhvørt rakar.

Dysturin ímóti Kiel var javnur leingi - tað var 25-25, tá 12 minuttir vóru eftir - men Füchse Berlin vann síðstu løtuna heili 10-3. Høvuðsstaðarfelagið er framvegis á triðja plássi í Bundesliguni eitt stig aftanfyri Flensburg, sum í løtuni situr á Champions League-plássunum saman við Magdeburg, ið helst verður meistari.

 

Keil steðgað upp

Kiel, hinvegin, er í fríum falli í landskappingini uttan skadda Elias Ellefsen á Skipagøtu og aðrar lyklaspælarar á vøllinum. Seinastu fimm dystirnar í Bundesliguni eru bert fýra stig komin á konto, og tí er einasti kjansurin at koma aftur í Champions League at vinna European League, har Kiel hóast alt hevur spælt seg í Final Four.

Fríggjakvøldið skeyt Vilhelm Poulsen eitt mál, tá Hannover-Burgdorf, sum er nummar 11, vann 36-33 á Leipzig. Hetta vóru seinastu dystirnir undan landsdystunum hjá Føroyum ímóti Bosnia í næstu viku, sum gera av, um Føroyar skulu til HM ella ikki. Hákun West av Teigum og Vilhelm Poulsen eru í hópinum sum vanligt, meðan Føroyar skulu royna seg uttan Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum skal binda frið nakrar vikur afturat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040