Hormuzsundið: Føroyski skiparin liggur í bíðistøðu

Hormuzsundið: Føroyski skiparin liggur í bíðistøðu
Meðan Hormuz-sundið er stongt vegna hernaðarliga spenningin í Miðeystri, liggja Per Knudsen og manningin á stóra bingjuskipinum Mærsk Baltimore í bíðistøðu í útnyrðing úr Dubai.
 
12.05.2026 - 11:59

Hormuz-sundið, ið er ein av týdningarmiklastu siglingarleiðum í heiminum, hevur verið stongt, síðani kríggið í Miðeystri brast á í februar. Mitt í hesum brennideplinum situr føroyski skiparin, Per Knudsen, á brúnni á Mærsk Baltimore. Hann og manningin liggja í løtuni nakrar fjórðingar í útnyrðing úr Dubai og fylgja gongdini tætt.

Mærsk Baltimore er eitt risastórt bingjuskip, ið ber heilar 4.000 bingjur. Vanliga hevði skipið verið í støðugari sigling, men síðani kríggið byrjaði, hava teir ligið í bíðistøðu. Sambært Per Knudsen er logistikkurin tó í lagi, og tað ger tað gjørligt hjá teimum at halda út í langa tíð enn.

"So leingi vit fáa proviant og olju, kunnu vit liggja leingi," sigur Per Knudsen.

Hóast støðan í økinum er spent, og teir síggja dronur, hernaðarflogfør og herskip, so er skiparin sjálvur ógvuliga róligur. Hann vísir á, at teir eru ikki nakað hernaðarligt mál.

Per greiðir eisini frá, at huglagið millum menninar er gott, hóast teir liggja so tætt at ófriðinum.

Nú bíða teir bert eftir boðum frá reiðarínum, so teir kunnu koma undir vanliga sigling aftur.

Per Knudsen prátaði við morgunsendingina. Øll samrøðan kann hoyrast her:

a_1397-5_SITE01
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858