Dýr loysn at keypa gamlan bygning til frítíðarskúla

Dýr loysn at keypa gamlan bygning til frítíðarskúla
Bygningurin, sum Tórshavnar kommuna hevur samtykt at keypa, er í so ringum standi, at hann skal umvælast fyri í minsta lagi 20 milliónir krónur
Tórshavnar býráð hevur samtykt at keypa henda bygningin í Djóna í Geil gøtu til frítíðarskúla, men nógv skal gerast við bygningin, áðrenn hann kann brúkast sum frítíðarskúli.
Mynd: Kortal.fo  
 
13.05.2026 - 10:32

Tað er ein dýrari loysn hjá Tórshavnar kommunu at keypa ein gamlan bygning í eysturbýnum at brúka til frítíðarskúla, heldur enn at byggja ein nýggjan bygning til endamálið.

Bygningurin, sum kommunan hevur samtykt at keypa, er í so ringum standi, at hann skal umvælast fyri í minsta lagi 20 milliónir krónur.

Málið byrjar við, at ein meklari frá Betri Heim ringir til trivnaðarstjóran í Tórshavnar kommunu og bjóðar fram eina ogn, sum hann hevur liggjandi í sonevndari skuffusølu. 

Talan er um eitt deyðsbúgv. Eini stór sethús í Djóna í Geil gøtu í Havn, bygd í 1977, við stórum øki uttanum. Húsini standa beint við síðuna av dagstovninum "Lítli skógur", og kunnu sambært meklaranum brúkast til frítíðarskúla hjá yngstu børnunum í Eysturskúlanum. 

Sambært almennum innliti í málið er fyrispurningurin frá meklaranum skrásettur 12. februar - men, sum tað stendur í samskiftinum - tíðin er knøpp, og Betri Heim vil hava svar frá kommununi 18. februar.

Kommunan er undir trýsti, tí verandi umstøður í frítíðarskúlanum í økinum - nevndur Smílibýlið - eru vánaligar.

Byggideildin hjá kommununi fær tí boð um at skoða húsini og geva trivnaðarstjóranum skjót boð, um húsini kunnu nýtast til frítíðarskúla.

 

Samlaði kostnaðurin 32 milliónir

Svarið frá Byggideildini er, at húsini krevja stórar um- og útbyggingar fyri at kunna nýtast til frítíðarskúla. Ein leyslig meting sigur, at ábøtur, umvælingar og útbyggingar fara at kosta meira enn 20 milliónir, sum kemur omaná keypsprísin - samlaði kostnaðurin verður tí 32 milliónir.

Til samanberingar kostar tað 29 milliónir at byggja ein nýggjan frítíðarskúla, 650 fermetrar til støddar, til 130 børn, á eitt stykki, sum kommunan longu eigur í økinum. Prísmetingin tekur støði í, hvat tað kostaði at byggja nýggja frítíðarskúlan í Kollafirði, sum varð tikin í nýtslu í apríl. 

Ein húsaskoðan, gjørd av sethúsunum í Djóna í Geil gøtu í desember í fjør, staðfestir eisini at bygningurin hevur nógv sonevnd skaðaeyðkenni. Nógv teirra eru definerað sum "sera álvarsom brek", onnur sum "álvarsom brek" og uppaftur onnur sum brek, ið eiga at verða kannað nærri.

 

Lekar og soppur

Hesa húsaskoðan hevur byggideildin hjá kommununi, sum í síni meting til trivnaðarstjóran eisini staðfestir, at einir 120 fermetrar av bygninginum eru partvís undir jørð - raktir av lekum og soppi - og kunnu einans brúkast sum goymsla. Ikki sum høli til frítíðarskúlan.

Tað einasta, sum talar fyri at taka av tilboðnum frá meklaranum, er staðsetingin og stóra stykkið uttanum. Samlaða grundøkið er 2600 fermetrar. Yvirav hesum stendur, at kommunan longu eigur annað grundøkið at byggja á í nærumhvørvinum.

Bæði tekniski stjórin og býararkitekturin mæla til at staðseta frítíðarskúlan Smílibýlið her - tað vil siga keypa gomlu sethúsini við stóra stykkinum uttannum.

 

Kann ikki koma afturumaftur

Søluprísurin fyri sethúsini er 10,5 milliónir krónur - og sambært sáttmálanum frásigur kommunan sær allan rætt at koma afturumaftur, ognin verður keypt, sum hon stendur.

Og tá málið kemur fyri býráðið 30.apríl, er stórur meiriluti fyri tí - 10 atkvøður fyri og 3 ímóti - uttan nakað orðaskifti.

Málið kemur tó uppaftur at venda á eykabýráðsfundi í síðstu viku. Tað er í sambandi við at Tórshavnar kommuna, aftrat hesum húsakeypi, eisini skal leiga eini sethús í eysturbýnum til frítíðarskúla. Leiguprísurin fyri hesa bráðfeingisloysn loypur í eyguni, góðar 44.000 krónur um mánaðin, umframt hita, el og aðra nýtslu.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum her:

 

13052026_Frtiidarskuli

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 12. mai
Veðrið
208268
Mánadag 11. mai
Veðrið
208210
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164