- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fimm bilførarar tiknir í Vestmanna um vikuskiftið

- Kannið tykkum hjá løgregluni, um tit í heila tikið eru koyrifør áðrenn tit fara í bilarnar. Vit hava fólk við kanningarútgerð á staðnum, og tey hjálpa tykkum fegin.
Tað sigur vaktleiðarin á støðini í Havn, nú fólk, sum hava verið á Bátastevnuni í Vestmanna, gera seg til at fara til hús aftur.
Øll vita, at smakka vit okkum á, so fer tað í blóðið, og meira fer í, drúgvari er tað at fáa tað úr blóðinum aftur. Men nógv okkara tykjast gloyma, at promillurnar sita í blóðinum nógv longri út á dagin eftir enn vit halda, og tí er tað mangan meira hepni enn skil, at ikki fleiri, antin hava fingið bót, klipp ella mist koyrikortið dagin eftir.
Tað gav at bíta í gjár, tá løgreglan var í Vestmanna og kannaði bilførarar. Tá vórðu fýra fólk tikin fyri at koyra ávirkað frá morgunstundini, og í dag er longu ein tikin í Vestmanna fyri tað sama.
- Eg veit ikki, um tað er tekin um nakra broyting tann skeiva vegin ella um hetta bara er tilvildarligt, men tað er óheppið, um fólk halda tað vera ráðiligt at fara í bil so stutt eftir, at tey hava verið ávirkað ella full, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, tá vit spyrja, um løgreglan hevur havt nógv at gera á Bátastevnuni.
Sum vanligt hevur nógv fólk verið á árligu bátastevnuni, veðrið var rættiliga gott og lagið var uppaftur betur. Og tá vit spyrja løgregluna, hvat hevur verið á skránni, svarar vaktleiðarin:
- Vit hava havt millum lítið og einki at gera á Bátastevnuni sjálvari, tí tað hevur gingið rættiliga friðarliga fyri seg. Fólk hava verið í góðum lag og hava hugnað sær, sigur hann.
Men so kemur hjartasuffið um bilførarar, sum eru ov ótolnir eftir at hava verið ávirkaðir um náttina.
- Tað er ein keðilig gongd, sum vit hava staðfest hesaferð, at fólk fara í bilarnar áðrenn kenningin er runnin av. Tí vera tey steðga av okkara fólki, so ber ikki bøtur, sigur vaktleiðarin.
Løgreglan tók sum longu nevnt fýra fólk fyri at koyra ávirkað í gjár, og higartil er longu ein tikin, sum hevði eftirvirkningar frá í gjár. Og tað hevur avleiðingar.
- Fleiri taka tíverri kjansin og fara í bilarnar, uttan at hugsa um møguligar avleiðingar, og tað er bara býtt. Onnur halda kanska, at tað rennir skjótari av enn tað veruliga ger, tí tað sæst langt út á dagin eftir, um tú hevur verið ávirkaður um náttina. Og meira fólk hava tikið til sín kvøldið og náttina fyri, jú longri sæst tað í blóðinum, sigur vaktleiðarin.
Tí kemur hann við áheitanini á fólk um at hugsa seg væl um, áðrenn tey fara í bilin.
- Ein skilagóður møguleiki er at fáa onkran, sum ikki hevur verið ávirkaður um kvøldið, at koyra. Hin er at binda um heilan fingur og lata seg kanna hjá løgregluni á staðnum, sum hevur "alkotestara" uppi á sær. Vit hava tveir bilar á Vestmanna og tey fólkini hjálpa tykkum fegin. Vísir tann kanningin, at blóðið er ov tunt, so skal mann bíða við at koyra. Tað er so øgiliga einfalt. Men



























