Hákun fram um Hanus: Soleiðis tók vongurin málmetið

Hákun fram um Hanus: Soleiðis tók vongurin málmetið
Hákun West av Teigum skeyt 11 mál ímóti Bosnia Hersegovina og yvirhálaði sostatt Hanus Joensen sum tann, ið hevur skotið mest mál fyri manslandsliðið í hondbólti
242: Hákun West av Teigum hevur nú skotið mest mál fyri føroyska manslandsliðið í hondbólti
Mynd: Finnur Justinussen/Leit  
 
18.05.2026 - 21:11

Hákun West av Teigum tók stóra ábyrgd í dystunum ímóti Bosnia Hersegovina, sum sendu føroysku hondbóltsmenninar til heimsmeistarakappingina fyri fyrstu ferð.

24 ára gamli vongurin tók tey flestu av teimum mongu brotskøstunum, sum Føroyar fingu, og við 11 málum bæði úti í Tuzla og heima við Tjarnir átti hann stóran leiklut í søguligu røkkstøkk-sigrunum.

 

260518_HAKUN_MALMET_NET

 

Sí øll ellivu málini hjá Hákuni West av Teigum í heimadystinum ímóti Bosnia Hersegovina í innslagnum omanfyri.

 

Hákun upp um Hanus

Füchse Berlin-vongurin telist millum týdningarmestu spælararnar á manslandsliðnum og hevur saman við Eliasi Ellefsen á Skipagøtu verið ímyndin av nýggja føroyska hondbóltstíðarskeiðnum.

Síðstu árini hava føroysku menninir spælt seg til tvey EM-endaspøl á rað. Sigur tú Berlin ella Oslo, hugsa nógv fyrst og fremst um hondbólt, og tað sigur ikki so lítið um nýggjaru hondbóltssøguna, sum er skrivað, og nú eydnaðist at spæla seg til HM í triðju royndini.

Hákun West av Teigum legði eitt lítið klípi afturat hesi søguni, tá hann við sínum 11 málum leygardagin við Tjarnir yvirhálaði landsliðslegenduna Hanus Joensen, sum spældi 54 ferðir á landsliðnum í sjeyti- og áttatiárunum og skoraði 238 mál.

Skarpskjúttin á høgra veingi hevur nú skorað 242 ferðir upp á 42 dystir (5,8 mál í miðal pr. dyst), og eigur harvið málmetið á føroyska landsliðnum. - Higartil, segði hann við Kringvarpið, tí hann ivaleyst væntar sær kapping frá m.a. Eliasi Ellefsen á Skipagøtu.

 

260518_HAKUN_STUDIO_OK

 

- Tað er sjálvandi stuttligt, og eg eri errin av at vera mest skorandi higartil, og so er spurningurin, um Elias fer at elta meg og royna at yvirhála, smíltist Hákun West av Teigum eftir dystin.

Spælskiparin úr THW Kiel, sum sat uttanfyri í báðum dystunum ímóti Bosnia Hersegovina við skaða í økslini, hevur í løtuni 213 mál (6,9 mál í miðal pr. dyst), meðan Óli Mittún hevur 132 mál, sum er. (4,6 pr. dyst).

Annars kunnu Heini Hanusarson (205), Kári Mortensen 160) og Ingi Olsen (153) eisini nevnast í hesum sambandi.

 


Hanus Joensen fær heiður fyri at hava spælt 50 landsdystir fyri manslandsliðið í hondbólti frá stjóranum í HSF, Andrassi Thomsen, fyri kortum (Mynd: Andrei Antal/HSF)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 8mf, jóansøka 2026
209972
Leygardag 20. juni
Video: 6mf menn, jóansøka 2026
209968
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937