Fleiri enn 100 leiguíbúðir við Villingardalsvegin

Fleiri enn 100 leiguíbúðir við Villingardalsvegin
Húsavarðartænastan hevur keypt grundøki frá Tórshavnar kommunu, og nú verður samráðst við íleggjarar, sum skulu keypa íbúðirnar at leiga út
Tórshavnar kommuna hevur selt Húsavarðartænastuni grundøki við Villingardalsvegin at byggja fleiri enn 100 leiguíbúðir á.
 
19.05.2026 - 12:59

Ein roynd verður nú gjørd at byggja fleiri enn 100 leiguíbúðir á eitt stykki við Villingardalsvegin í Havn.

- Vit eru í samráðingum við íleggjarar, sum hava áhuga at seta pengar í verkætlanina, sigur Regin Petersen, stjóri í Húsavarðatænastuni, sum skal byggja íbúðirnar.

Skeytið varð undirskrivað í gjár. Húsavarðatænastan keypir eitt 12.622 fermetrar stórt grundøki fyri fimm milliónir krónur.

Húsavarðatænastan er í løtuni í samráðingum við íleggjarar, sum vilja keypa íbúðirnar, fyri síðani at leiga tær út.

Tað er stór íløga at byggja 110 til 140 íbúðir. Taka vit sum leysligt dømi, at byggjast skulu 10.000 fermetrar fyri 25.000 krónur fermeturin, so er talan um eina fjórðings milliard krónur.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

19052026_Leiguibudir

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290