- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heilsuhjálparar og heilsurøktarar verða nú eisini útbúnir í Havn

Freistin at søkja um nýggja møguleikan hjá Heilsuskúlanum at útbúgva seg til heilsuhjálpara ella heilsurøktara er í morgin, 22. mai.
Heilsuskúlin fer at hava ein heilsuhjálparaflokk í Havn.
Útbúgvingin er ætlað starvsfólkum, sum eru 25 ár ella eldri, og hava trý ára arbeiðsroyndir á eldraøkinum.
Útbúgvingin varar 25 vikur og byrjar í august.
Undirvísing í Havn og í Suðuroy
Harumframt fer skúlin undir ein nýggjan og meira smidligari leist fyri heilsurøktaraútbúgvingina.
Har kunnu fólk taka skúlaskeiðini samstundis sum tey eru í starvsvenjing.
Hendan útbúgvingin verður lutvíst skipað sum fjarlestur, sum undirvísing í Havn og í Heilsuskúlanum í Suðuroynni.
Tórshavnar kommuna hevur sett av tvær milliónir krónur í fíggjarætlanini fyri 2026 til at útbúgva heilsustarvsfólk.
Kommunan sigur, at hon er til reiðar at gera fleiri útbúgvingarsáttmálar um heilsustarvsfólk.
























