Sernám verður deild í Undirvísingarstýrinum

Sernám verður deild í Undirvísingarstýrinum
Fyribilsskipanin, sum hevur verið galdandi síðani 1. september, verður nú varandi
Nú er avgjørt, at Sernám skal verða verandi deild í Undirvísingarstýrinum, soleiðis sum fyribilsskipanin hevur verið síðani í heyst. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
22.05.2026 - 14:47

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur gjørt av, at Sernám frá 1. juni verður ein deild í Undirvísingarstýrinum.

Sostatt verður fyribilsskipanin, sum hevur verið galdandi síðani 1. september 2025, varandi.

Endamálið við bygnaðarbroytingini er at skapa størri samanhang millum sernámsfrøðiliga virksemið og undirvísingarøkið sum heild – serliga innan fólkaskúlan, har nógv av virkseminum hjá Sernámi er.

Samstundis verður eisini arbeitt fyri samstarvi við dagstovnaøkið og miðnámsøkið, sum bæði fáa ráðgeving frá Sernámi, sigur Mentamálaráðið.

 


Bárður á Lakjuni. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Faklig deild

Í nýggja bygnaðinum verður Sernám ein faklig deild í Undirvísingarstýrinum við ábyrgd av sernámsfrøðiligari ráðgeving, fakligari menning og samstarvi við dagstovnar, skúlar og onnur tilboð. Dentur verður lagdur á at styrkja inklusjón og fyribyrgjandi arbeiði.

Samtíðis er lagt upp fyri at tryggja gott og skipað samstarv við Nám á teimum økjum, har fakligur samanhangur er, millum annað innan námsætlanir, eftirútbúgving og menning av undirvísingartilfari.

Undirvísingarstýrið fer nú at søkja eftir deildarleiðara til Sernám. Ætlanin er, at viðkomandi byrjar í starvinum 1. august.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860