Umsitingarbygningurin klæðast av nýggjum

Umsitingarbygningurin klæðast av nýggjum
Nú verður farið í gongd við fyrsta partin av arbeiðnum at umvæla húsaklædningin á umsitingarbygninginum hjá Løgtinginum
Umsitingarbygningurin skal nú klæðast av nýggjum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.05.2026 - 13:41

Glaspláturnar, sum eru tiknar niður, eftir at tvær av teimum duttu niður av bygninginum, skulu upp aftur á bygningin næsta ár.

Fundur hevur verið í formansskapinum í Løgtinginum, har ið m.a. varð kunnað um arbeiðið at gera klædningin - ella fasaduna, sum tað eitur í tilfarinum hjá Løgtinginum - av nýggjum.

Í gjár var fundur í formansskapinum í Løgtinginum, har ið m.a. varð kunnað um arbeiðið at gera klædningin - ella fasaduna, sum tað eitur í tilfarinum hjá Løgtinginum - av nýggjum.

Fyrrapartin í dag var fundur í formansskapinum í Løgtinginum, har ið m.a. varð kunnað um arbeiðið at gera fasaduna á umsitingarbygninginum hjá Løgtinginum í stand.

Johan Dahl, løgtingformaður, sigur við Kringvarpið, at kunningin í dag er í samband við, at sáttmálar nú eru undirritaðir um at gera arbeiðið, og at arbeiðið nú er við at fara í gongd.

Á sumri 2023 duttu tvær glasplátur niður av bygninginum. Ein á síðuni móti Tinghúsvegnum og ein á síðuni móti Vaglinum. Kanningar vórðu gjørdar, og avgjørt var at taka allar glaspláturnar niður.

Í desembur í fjør samtykti Løgtingið eitt lógaruppskot, sum gevur heimild til at brúka 34,2 milliónir krónur til at umvæla bygningin.

 

 

Klædningurin skal gerast av nýggjum sambært galdandi bygningskunngerð, og hann fer at vera orkudyggari, sum tað eitur í lógaruppskotinum.

Útsjóndin verður tann sama, sum áðrenn glaspláturnar vórðu tiknar niður. Ella sagt á annan hátt, arkitektoniska úttrykkið av bygninginum verður í høvuðsheitum varðveitt. Tó við neyðugum tillagingum í mun til haldbari, konstuktiónir, umframt at haldbar festing av glaslistini skal tryggjast.

Arbeiðið at umvæla bygningin var boðið út í heyst, og Landsverk, sum er byggiharri, hevur gjørt sáttmála við byggifelagið Kanjon um at gera arbeiðið.

Prísurin fyri at gera fasaduna av nýggjum var í desembur mettur til 34,2 milliónir krónur, og tann upphæddin er ásett í lógini. Johan Dahl, tingformaður, sigur við Kringvarpið, at soleiðis sum heimurin er í dag, er ikki óhugsandi, at onkrir prísir kunnu hækka. Men hann leggur afturat, at príshækkingar skulu skjalprógvast.

Eitt øki á Tinghúsvegnum er avbyrgt. Fyrsti parturin av arbeiðnum er byrjaður, og hann heldur fram til umleið oktobur ella novembur í ár. Næsta ár skal so fasadan gerast liðug, og niðurtiknu glaspláturnar skulu upp aftur á bygningin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655