335 fólk arbeiðsleys í apríl

335 fólk arbeiðsleys í apríl
Størsta arbeiðsloysið er í Suðuroynni, og tað er minst í Vágum
Størsta arbeiðsloysið er hjá teimum 25 til 34 ára gomlu.
Mynd: Hagstovan  
 
26.05.2026 - 11:48

Arbeiðsloysið í apríl var 0,9 prosent, 0,2 prosentstig minni enn í apríl í fjør.

Í apríl vóru 335 fólk arbeiðsleys, 60 færri enn í apríl í fjør. 

Tey fulltíðararbeiðsleysu vóru 286, 47 færri enn í apríl í fjør,  skrivar Hagstovan. 

100 fleiri menn enn kvinnur vóru arbeiðsleysir.

Størsta arbeiðsloysið er í Suðuroynni. Tað minsta er í Vágum.

Størsta arbeiðsloysið er hjá teimum 25 til 34 ára gomlu.

Áttandi hvør hevur verið arbeiðsleysur í meira enn eitt ár.

 

 

45 fólk lagtíðararbeiðsleys

Í apríl vóru 45 fólk, 13 prosent av teimum arbeiðsleysu, langtíðararbeiðsleys. Tey hava verið arbeiðsleys í meira enn eitt ár, 365 dagar. 

Størsti arbeiðsloysisstuðulin hækkaði 11. mai, tí arbeiðarafeløgini fingu nýggjar sáttmálar.

Størsti arbeiðsloysisstuðul er 80 prosenr av lønini hjá fastløntum arbeiðarum.

Sambært nýggja sáttmálanum hækkar størsti arbeiðsloysisstuðul úr 1.064 kr. upp í 1.092 kr. um dagin.

Við hesi broyting er størsti arbeiðsloysisstuðulin vaksin 4.513 kr. sløkum 25 prosent, síðani í mars í fjør.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391