Hitamet í Fraklandi og Bretlandi

Hitamet í Fraklandi og Bretlandi
Annar hvítusunnudagur var heitasti dagur í Fraklandi í mai, og í Bretlandi var hitamet eisini sett í gjár
Á strondini í Brighton. Eisini í Bretlandi var hitamett sett í gjár.
Mynd: Ben Stansall/AFP/Ritzau Scanpix  
 
26.05.2026 - 08:22

Frakland hevur skrásett heitasta dag í mai higartil, upplýsir veðurstovnurin í landinum 

- Í Fraklandi var annar hvítusunnudagur sum heild heitasti dagurin í mai, síðani farið varð undir mátingar, skrivar franski veðurstovnurin.

Metið fer tó bert at vara í ein dag, tí veðurforsagnirnar siga, at miðalhitin í Fraklandi hækkar eisini í dag. 

Væntandi verður mesti hitin millum 33 og 36 stig.

 

Eisini met í Bretlandi

Hitamet varð eisini sett í Bretlandi í gjár. 

Í London vórðu mátað 34,8 stig, sum er mesti hiti, sum higartil er skrásettur í mai mánaði.

Í Spania ávarar almenni veðurstovnurin um, at óvanligi hitin hesa árstíðina verður um alt landið meginpartin av vikuni.

Í Italia eru avmarkingar settar fyri arbeiði uttandura. 

Slíkar reglur vóru eisini settar í verk í fjør, men ikki fyrr enn um mánaðarskiftið í mai/juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040