Skriva kanska undir nýggjan sáttmála í vikuni

Skriva kanska undir nýggjan sáttmála í vikuni
Samráðingarnar millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið byrjaðu fyri sløkum tveimum vikum síðani
Frá samráðingunum. Frá vinstru: Anna Johannesen og Súni Selfoss, umboðandi Starvsfelagið, Jan Sjóstein og Una Djurhuus Christiansen, umboðandi Fíggjarmálaráðið.
Mynd: Starvsfelagið  
 
26.05.2026 - 12:55

Starvsfelagið og lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum hittast aftur til samráðingar í morgin.

Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, sigur í stuttari viðmerking, at alt eftir, hvussu fundurin gongur í morgin, so eru útlit fyri, at partarnir skriva undir nýggjan sáttmála seinni í vikuni. 

Aðra viðmerking hevur hann ikki, fyrr enn avtalan er undirskrivað.

Samráðingarnar byrjaðu fyri sløkum tveimum vikum síðani.

Starvsfelagið er eitt av teimum 12 feløgunum, sum fyrr í ár gjørdu avtalu við Fíggjarmálaráðið um lønarkarm. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532