Bretland og Pólland gjørt verjuavtalu

Bretland og Pólland gjørt verjuavtalu
Endamálið við avtaluni er millum annað at knýta verjuídnaðin í Póllandi og Bretlandi tættari saman og at skipa fyri felags hernaðarvenjingum
Donald Tusk og Keir Starmer, tá avtalan millum Pólland og Bretland var undirskrivað í gjár.
Mynd: Jack Taylor/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
28.05.2026 - 08:19

Bretland og Pólland hava skrivað undir verjuavtalu.

Tey bæði NATO-londini skrivaðu undir avtaluna á eini fyrrverandi hernaðarstøð í útjaðaranum av London í gjár.

- Eingin størri avbjóðing er fyri okkara lond enn avbjóðingin, sum russiski ágangurin hevur við sær, segði Starmer.

Pólski forsætisráðharrin, Donald Tusk, legði dent á týdningin av felags virðum sum fólkaræði, at varðveita rættarsamfelagið og mannarættindi.

 

Knýta verjuídnaðin saman

Endamálið við avtaluni er millum annað at knýta verjuídnaðin í Póllandi og Bretlandi tættari saman. Við í avtaluni eru eisini felags hernaðarvenjingar.

Bretland hevur áður gjørt líknandi avtalur við Frakland og Týskland.

Starmer og Tusk skrivaðu undir avtaluna sama dag, sum norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre, vitjaði í París. 

Har boðaði Støre frá, at Noreg fer undir tilgongdina at menna tættari samstarv um kjarnorkuvápn við Frakland, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762
Mánadag 15. juni
Veðrið
209748
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680