Skúlastjórin á Heilsuskúlanum rópar varskó

Skúlastjórin á Heilsuskúlanum rópar varskó
Vivie Davidsen vísir á manglandi áhugan at útbúgva seg innan eldraøkið
Vivie Davidsen er stjóri á Heilsuskúlanum.
 
29.05.2026 - 08:05

Skúlastjórin á Heilsuskúla Føroya rópar nú varskó um trupulleikan at fáa starvsfólk til eldraøkið.

- Í Føroyum klára vit ikki at fylla ein flokk í Tórshavn, við ófaklærdum starvsfólkum innan eldraøkið, sum hava arbeitt í meira enn trý ár. Tað er fakta í løtuni, og tað burdi fingið politikkarar og onnur at sparra eyguni upp, skrivar Vivie Davidsen í lesarabrævi í gjár.

Skúlastjórin vísir á manglandi áhugan at útbúgva seg innan eldraøkið. 

Einans 14 søktu, tá Heilsuskúlin bjóðaði fólki at søkja til førleikamettan heilsuhjálpara fyri ófaklærd starvsfólk, við arbeiðsroyndum, á eldraøkinum.

- Tað er ivasamt, hvussu grundarlagið verður framyvir, tá vit ikki megna at fylla ein flokk við ófaklærdum fólki í høvuðstaðnum. Í veruleikanum avspeglar hendan myndin bara veruleikan á eldraøkinum í Føroyum í dag, og tað er mangul uppá starvsfólk, skrivar Vivie Davidsen, skúlastjóri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329