Ætlar ikki at broyta FAS-skipanina

Ætlar ikki at broyta FAS-skipanina
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við vinnumálum, tekur ikki undir við atfinningunum móti FAS-skipanini frá Jan Højgaard, formanni í Fiskimannafelagnum
 
30.05.2026 - 12:40

Íslendska Sjómannafelagið er í verkfalli og hevur lagt trý skip hjá Eimskip / Faroe Ship. Sjómannafelagið sigur seg stúra fyri, at íslendskir sjómenn verða uppsagdir, og bílig útlendsk arbeiðsmegi sett í staðin.

Í tíðindunum á middegi í gjár segði Jan Højgaard, formaður í føroyska Fiskimannafelagnum m.a., at tað er Føroya Altjóða Skipaskrá, FAS, sum er trupulleikin.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við vinnumálum, hevur m.a. FAS-skipanina um hendi. Hann er samdur um, at skipanin loyvir manning sambært útlendskum sáttmálum.

Men hann er ikki samdur í, at nakað er galið við tí.

Vita ikki, hvat gongur fyri seg
Ein onnur atfinning frá formanninum í Fiskimannafelagnum er, at føroyingar einki vita um, hvat gongur fyri seg umborð á skipum, sum eru skrásett í FAS.

Landsstýrismaðurin sigur einki kenna til tað, men hann vísir til føroyska lóggávu og avvarandi myndugleika.

Ein triðja atfinning frá formanninum í FIskimannafelagnum er, at FAS-skipanin gongur út yvir umdømið hjá Føroyum.

Men heldur ikki tað kennur landsstýrismaðurin nakað til. 

Samanumtikið heldur Jacob Vestergaard, at FAS-skipanin virkar, og at hon skal halda fram sum nú.

Hoyr innslag úr tíðindunum

FAS-utlendskirSattmalar_JacobVestergaard_2026-05-29

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858