Verkfallið hjá íslendska Sjómannafelagnum er nú liðugt

Verkfallið hjá íslendska Sjómannafelagnum er nú liðugt
Íslendska Viðskiptablaðið og Morgunblaðið vita at siga, at Faroe Ship og íslendska Sjómannafelagið hava gjørt avtalu, sum endar verkfallið
Brúarfoss var eitt av skipunum, sum var rakt og lagt av verkfallinum hjá íslendska Sjómannafelagnum. Nú kemur Dettifoss aftur í sigling.
Mynd: Mynd: Faroe Ship  
 
30.05.2026 - 21:52

Verkfallið rakti og legði trý skip hjá Faroe Ship. Mánadagin á middegi byrjaði verkfallið hjá íslendska Sjómannafelagnum, sum stúrdi fyri, at íslendskir sjómenn fóru at verða uppsagdir og bílig útlendsk arbeiðsmegi skuldi setast í staðin.

Bæði Eimskip og Faroe Ship hava víst á, at tey trý skipini, sum vórðu rakt av verkfallinum, eru mannað og lønt sambært íslendskum sáttmálum.

Steinar Eirikstoft, stjóri í Faroe Ship, segði fyrr í vikuni, at í Føroyum merktist verkfallið lítið ella als ikki.

Nú verður farið beint í gongd at fáa skipini aftur í sigling aftur. Væntandi hava skipini innhentað seinkinginga í næstu viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028