Íslendski forsetin á vitjan

Íslendski forsetin á vitjan
Halla Tómasdóttir, forseti, og hjúnafelagi hennara vera í Føroyum frá 22. til 24. juni
Halla Tómasdóttir, forseti, og Björn Skúlason koma til Føroya á vitjan í hesum mánaðinum.
 
02.06.2026 - 13:42

Íslendski forsetin, Halla Tómasdóttir, og hjúnafelagi hennara, Björn Skúlason, koma til Føroya á vitjan seinni í mánaðinum.

Tað skrivar Løgmanskrivstovan á heimasíðuni.

Vitjan verður frá 22. til 24 juni, og løgmaður er vertur. 

Íslendsku forsetahjúnini skulu hitta landsstýrið, løgtingið, kommunur, almennar myndugleikar og føroyskar fyritøkur.

Halla Tómasdóttir var vald til forseta Íslands í 2024, og tók við embætinum 1. august 2024.

Hon er útbúgvin innan vinnu og leiðslu, og hevur starvast bæði í Íslandi og uttanlands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053