Heilsuhjálparafelagið: Álitisfólkini hittast í morgin

Heilsuhjálparafelagið: Álitisfólkini hittast í morgin
Bæði Heilsuhjálparfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið vrakaðu semingsuppskotið í síðstu viku.
Mary Antonsdóttir er forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.06.2026 - 14:57

Heilsuhjálparafelagið hevur kallað øll álitisfólkini hjá felagnum til fundar í morgin kl. 13.

Fundurin kemur eftir at semingsroyndin millum Heilsuhjálparafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið í síðstu viku miseydnaðist.

Bæði Heilsuhjálparfelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið vrakaðu semingsuppskotið. KAF segði, at sambært semingsuppskotinum fór nýggi sáttmálin at kosta ov nógv.

Heilsuhjálparafelagið vrakaði semingsuppskotið, tí tað tók støði í avtaluni um felags lønarkarm, sum 12 fakfeløg gjørdu við Fíggjarmálaráðið.

Lønarkarmurin er 3,87 prosent fyrsta árið. 

- Hetta er ov lítið fyri okkara limir, sigur Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum:

 

03062026_Mary

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650