Seta krøv til trygd á arbeiðsplássum

Seta krøv til trygd á arbeiðsplássum
Arbeitt verður nýggjari kunngerð, sigur landsstýriskvinnan í arbeiðsmarknaðarmálum
Margit Stórá er landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum.
 
03.06.2026 - 10:58

- Vit skulu seta okkum sum mál at hava eina nullhugsjón.

Tað sigur Margit Stóra, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum, í sambandi við arbeiðsvanlukkuna í næstseinastu viku, sum kravdi mannalív.

Nú er nýggj kunngerð á gáttini, sum skal seta greiðari krøv til trygdina á føroyskum arbeiðsplássum. 

Í Føroyum eru vanlukkur við akførum og størri amboðum, so sum lastbilum, trukkum og lyftum, afturvendandi.

Í desember í fjør segði Margit Stórá, at arbeitt varð við eini nýggjari kunngerð, sum skuldi seta strangari krøv til nýtslu av stórum maskinum.

Kunngerðin er framvegis ikki komin, men arbeiðið er komið væl áleiðis, sigur Margit Stórá. 

Føroyar hava munandi fleiri arbeiðsvanlukkur enn grannalondini.

Deyðstølini í Føroyum eru næstan sjey ferðir størri enn í Íslandi og tríggjar ferðir størri enn í Danmark, Svøríki og Finnlandi.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391