Tekur niðurstøðuna um flutt umlættingartilboð til eftirtektar

Tekur niðurstøðuna um flutt umlættingartilboð til eftirtektar
Almannnaverkið fer nú at endurskoða eina fyrisitingarliga avgerð í málinum um eitt barn, sum fekk umlættingartilboðið hjá sær flutt úr Eirargarði í Havn til Sands
Almannaverkið tekur átaluna frá Løgtingsins umboðsmanni til eftirtektar.
 
03.06.2026 - 13:04

Almannaverkið tekur niðurstøðuna hjá Løgtingsins umboðsmanni til eftirtektar, og fer nú at endurskoða eina fyrisitingarliga avgerð í málinum um eitt barn, sum fekk umlættingartilboðið hjá sær flutt úr Eirargarði í Havn til Sands.

Løgtingsins umboðsmaður gav í apríl Almannaverkinum eina álvarsliga átalu fyri at flyta umlættingartilboðið hjá einum barni úr Eirargarði í Havn til Sands uttan rætta mannagongd.

Hjørdis S. Mortensen, stjóri í Almannaverkinum, vil ikki gera bandaða samrøðu við Kringvarpið, men sigur, at Almannaverkið tekur avgerðina hjá umboðsmanninum til eftirtektar.

Málið snýr seg um, at Almannaverkið um ársskiftið boðaði einum fólki frá, at tilboðið fór at flyta.

 


Hjørdis S. Mortensen. 

 

Helt tað vera rakstrarliga fyrisiting

Almannaverkið helt, at talan var um vanliga rakstrarliga fyrisiting, umframt at bygningurin á Eirargarði skuldi brúkast til annað endamál, men Løgtingsins umboðsmaður staðfesti, at hetta var ein fyrisitingarlig avgerð, sum krevur hoyring, grundgeving og kæruvegleiðing.

Í farna mánaði setti Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almannamálum, ein grein 52a fyrispurning fyri at fáa greiðu á, um avgerðin um at flyta umlættingartilboðið nú verður ógildað, og hvat tilboð foreldrini fáa í staðin.

Margit Stórá, landsstýriskvinna í almannamálum, sigur í svari til Ruth Vang, dagfest 2. juni, at ..."Almannaverkið nú hevur tikið niðurstøðuna hjá umboðsmanninum til eftirtektar, og er í gongd við at taka eina nýggja fyrisitingarliga avgerð. Samstundis verður mett um, hvørt onnur fólk, har umlættingartilboðið er flutt til Sands, eisini eiga at fáa somu viðgerð."

Í svarinum sigur Margit Stórá, at Almannaverkið framvegis arbeiðir við málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860