USA: Ísrael og Libanon samd um vápnahvíld

USA: Ísrael og Libanon samd um vápnahvíld
Vápnahvíldin kemur bert fáar tímar eftir, at ísraelsk álop í Suðurlibanon í gjár drupu í minsta lagi níggju fólk.
Libanon varð drigið inn í kríggið millum USA, Ísrael og Iran, eftir at Hisbollah skeyt rakettir móti Ísrael. Nú er vápnahvíld, sigur USA.
Mynd: Kawnat Haju/AFP/Ritzau Scanpix  
 
04.06.2026 - 08:27

Ísrael og Libanon samdust í nátt um vápnahvíld, boðar amerikanska uttanríkisráðið frá.

Samráðingar undir amerikanskari leiðslu hava seinastu tíðina verið í Washington um kríggið í Miðeystri.

Partarnir siga, at teir binda seg til víðari samráðingar, og siga seg ongar fíggindasinnaðar ætlanir hava mótvegis hvør øðrum.

Vápnahvíldin kemur bert fáar tímar eftir, at ísraelsk álop í Suðurlibanon í gjár drupu í minsta lagi níggju fólk.

Hizbollah sigur seg eisini hava skotið rakettir inn í Ísrael. 

 

Drigið inn í kríggið

Libanon varð drigið inn í kríggið millum USA, Ísrael og Iran, eftir at Hisbollah skeyt rakettir móti Ísrael.

Álopið var hevnd fyri ísraelskt álop, sum drap ovasta leiðaran í Iran, Ali Khamenei.

Ísrael svaraði aftur við hørðum rakettálopum og innrás í Suðurlibanon.

Tað eydnaðist USA at fáa semju um eina avtalu um vápnahvíld millum londini 16. apríl, men álopini hildu fram.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572