615 fólk løgdust aftrat seinasta árið

615 fólk løgdust aftrat seinasta árið
Yvir 60 prosent av fólkavøkstrinum seinasta árið var í Tórshavnar kommunu
55.348 fólk búðu í Føroyum 1. mai.
Mynd: Hagstovan  
 
10.06.2026 - 10:12

55.348 fólk búðu í Føroyum 1. mai.

Tað vóru 1,1 prosent fleiri enn 1. mai í fjør.

615 fleiri fólk eru.

Vøksturin var nærum trífalt so stórur sum í undanfarnu tólv mánaðunum, tá hann var lutfalsliga lítil. 

 

 

Serliga nettoflytingin ger munin. Nettoflytingin er 429 fólk. 

Burðaravlopið var eisini størri enn í undanfarna tíðarskeiði, serliga tí fleiri børn, 35 fleiri, vóru fødd. 

Fólkatalið fór upp um 55.000 í februar.

Yvir 60 prosent av fólkavøkstrinum seinasta árið var í Tórshavnar kommunu.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
Vikuskiftið 27 nov 2026
217131
Fríggjadag 27. november
LEITISSTEIN 27.11.2026 (Aggrasoppar)
217118
Fríggjadag 27. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Fróði Bjarnason
217100
Fríggjadag 27. november
RagnarRokk: Serena Cherry um Extinguish Thy Flame
215806
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056