Høvuðsnavn á Voxbotni í Ragnarrokk í kvøld

Høvuðsnavn á Voxbotni í Ragnarrokk í kvøld
Ugly Kid Joe hevur verið á konsertferðum við Ozzy Osbourne, Def Leppard, Bon Jovi, Van Halen og Mötorhead. 27. juni spælir bólkurin í Voxbotni. Í kvøld er hann í Ragnarrokki
Næstan fjøruti ár eru liðin síðani Klaus Eichstadt og barndómsvinur hansara, sangarin Whitfield Crane, sum tannaringar stovnaðu Ugly Kid Joe. Bólkurin er eitt av høvuðsnøvnunum á Voxbotni 27. juni
Mynd: PR-Mynd  
 
11.06.2026 - 15:22

Stutt fyri jól í fjør varð kunngjørt, at amerikanski rokkbólkurin Ugly Kid Joe verður eitt av høðusnøvnunum á Voxbotn, sum verður í Havn 27. juni.

Í hesum sambandi hevur Ragnar A. Jacobsen, vertur í Ragnarrokk, ringt til gittarleikaran og stovnaran av Ugly Kid Joe, Klaus Eichstadt, og prátað við hann um tónleikaligu ferðina hjá Ugly Kid Joe - frá stovnaninii í Isla Vista í Kalifornia í 1989 og fram til dagin í dag.

Prátað verður sjálvandi eisini um risahittini "Everything About You" og "Cat's in the Cradle", sum er ein endurinnspæling av sanginum hjá Harry Chapin frá 1974. 

Bæði hittini eru á finna á debutplátuni hjá Ugly Kid Joe, "America's Least Wanted", frá 1992, so talan var um eitt stjørnuskot av einari yrkisleið, ið bleiv skotin avstað. 

"Everything About You" rakk eitt níggjunda pláss á US Billboard Hot 100, og brot úr sanginum var eisini at hoyra í skemtifilmium Waynes World.

 

EP byrjan til gjøgnumbrot

Í grundini byrjaði gjøgnumbrotið hjá Ugly Kid Joe við fyrstu EP teirra "As Ugly as They Wanna Be". Hon varð útgivin í 1991 og seldi avbera.

Tað sama gjørdi fyrsta heiladarútgávan hjá Ugly Kid Joe, "America's Least Wanted", sum var útgivin árið eftir í 1992. Hon seldi heili 2,4 milliónir eintøk.

Ugly Kid Joe var hetta sama árið á konserferð saman við Ozzy Osbourne á hansara stóru "No More Tears"-konsertferðini í 1992.

Harumframt vóru teir fyrru helvt av nítiárunum eisini á konsertferðum saman við millum øðrum Def Leppard, Bon Jovi, Van Halen, Mötorhead, Aerosmith og Poison.

Ein stuttlig tíð at minnast aftur á, heldur Klaus Eichstadt, gittarleikari í Ugly Kid Joe.

 

Væl upplagdur stovnari

Sambært Ragnari A. Jacobsen, so var Klaus Eichstadt væl upplagdur, tá samrøðan bleiv gjørd.

Fyrst av øllum vísti hann Ragnari nýggja Gibson Flying V-gittain, sum hann ætlar at hava við til Føroyar.

Nærum fjørtu ár eru liðin síðani Klaus Eichstadt og barndómsvinur hansara, sangarin Whitfield Crane, sum tannaringar stovnaðu Ugly Kid Joe.

Tá Ragnar spyr Klaus Eichstadt, um hann í 1989 hevði ímynda sær, at bólkurin 40 ár seinni framvegis var virkin og skuldi spæla á so fjarskotnum londum sum Føroyum, er svarið stutt og greitt nei. 

Og navnið til bólkin kom heldur tilvidlarliga, greiður hann frá.

 

Størsta hittið ein tilvild

Størsta hittið higartil hjá Ugly Kid Joe gjørdist tó sangurin "Cat's In The Cradle", ið er ein endurinnspæling av sanginum hjá Harry Chapin, sum hann upprunaliga gav út í 1974.

Útgávan av "Cat's In The Cradle" hjá Ugly Kid Joe rakk í 1993 einum sætta plássi á Billboard Hot 100.

Sangurin er annars upprunaliga við á debutútgávu teirra, "America's Least Wanted", sum var útgivin árið fyri í 1992.

Men tað var púra av tilvild, at sangurin yvirhøvur bleiv innspældur, greiðir Klaus Eichstadt úr Ugly Kid Joe frá. 

 

Nýggj pláta klár

Teir í Ugly Kid Joe skriva framvegis tónleik og sætta útgáva teirra er liðugt innspæld og eftir ætlan verður hon útgivin seinni í ár ella fyrst i komandi árið.

 

 

 

Hvat: RagnarRokk
Hvar: 
Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: 
Hóskvøld kl. 21, og tá ið tað passar tær á KVF Ljóð

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602