Iran: Hormuzsundið er aftur stongt

Iran: Hormuzsundið er aftur stongt
Trump, forseti, hóttir við at bumba Iran í sor í dag, um landið ikki skrivar undir friðaravtalu
Iran sigur, at Hormuzsundið aftur er stongt, men tað noktar USA fyri.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
11.06.2026 - 07:53

Iran boðaði í gjárkvøldið frá, at Hormuzsundið nú aftur er stongt, og at skip, sum royna at sigla gjøgnum sundið, verða skotin.

Amerikanski herurin noktar fyri, at sundið er stongt, og sigur, at skip enn kunnu sigla gjøgnum tað. Tað er tí ógreitt júst, hvør støðan er í løtuni. Tað skriva millum annað danska og bretska kringvarpið

Iranska fráboðanin kom eftir amerikonsk álop um alt landið í Iran um tíggju tíðina í gjárkvøldið, okkara tíð. 

Umframt at Iran sigur seg hava stongt Hormuzsundið, hevur landið eisini svarað amerikonsku álopunum aftur við at leypa á amerikonsk hernaðarlig mál í Kuvait, Barain og Jordan. 

USA og Iran hava nú lopið á hvønn annan í Miðeystri í tveir dagar, og Donald Trump, amerikanski forsetin, segði við tíðindamiðilin Fox í nátt, at Iran skal bumbast í sor í dag, um teir nokta at skriva undir friðaravtaluna. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við oyggjaørvit
212737
Fríggjadag 4. september
Vit nerta við virkna deyðshjálp
212727
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572