Ótryggleikin í Miðeystri fær ECB at hækka rentuna

Ótryggleikin í Miðeystri fær ECB at hækka rentuna
Hetta er fyrstu ferð í nærum trý ár, at evropeiski miðbankin hækkar rentuna
Evropeiski miðbankin hevur hækkað rentuna.
 
11.06.2026 - 15:27

Evropeiski miðbankin, ECB, hevur hækkað rentuna 0,25 prosentstig, upp í 2,25 prosent.

Hetta er fyrstu ferð síðani september 2023, at ECB hevur hækkað rentuna. Í juni í fjør var hon lækkað niður í tvey prosent.

Evropeiski miðbankin sigur, at kríggið í Miðeystri leggur trýst á inflatiónina, og tí er rentan hækkað.

Málið hjá ECB er, at inflatiónin skal vera tvey prosent, men í løtuni verður roknað við, at hon alt hetta árið verið um trý prosent. 

Kríggið í Miðeystri elvir til ótryggleika, og tí torir evropeiski miðbankin ikki at spáa um, hvussu rentugongdin verður. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221