Fuglafjarðar kommuna 25,5 milliónir í vinningi

Fuglafjarðar kommuna 25,5 milliónir í vinningi
Tá íløgurnar koma aftrat, er úrslitið hall upp á umleið 14 milliónir
Fuglafjarðar kommuna hevur góðkent ársroknskapin fyri 2025.
 
15.06.2026 - 09:12

Úrslitið eftir rakstur hjá Fuglafjarðar kommunu var 25,5 mió. kr. í vinningi í fjør.

Men tá iløgurnar koma aftrat, er hallið 13,9 milliónir.

Kommunan gjørdi íløgur fyri 39,6 mió. kr. í fjør.

Rakstrarútreiðslurnar vóru 96 mió. kr., 3,6 mió. kr. størri enn mett í fíggjarætlanini. 

Gjaldførisúrslitið bleiv 13,9 mió. kr. í halli.

Í fíggjarætlanini er gjaldførishallið 23,8 mió. kr. Tað var fýra milliónir í vinningi í 2024.

Við árslok 2025 var kommunuskuldin 60 prosent av skattaálíkningini.

Hon var 52 prosent árið fyri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040