Lond í Evropa til reiðar at strika revsitiltøk móti Iran

Lond í Evropa til reiðar at strika revsitiltøk móti Iran
Bretland, Frakland, Týskland og Italia siga, at Iran má ongantíð útvega sær kjarnorkuvápn
Sambært friðaravtaluni skal Iran lata Hormuzsundið upp fyri skipaferðslu, men tað verður ikki gjørt, fyrr enn avtalan er undirskrivað, siga iranskir myndugleikar.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
15.06.2026 - 08:41

Bretland, Frakland, Týskland og Italia eru til reiðar at strika galdandi revsitiltøk móti Iran, nú greiðar broytingar eru í iransku kjarnorkuætlanini.

Tað søgdu leiðararnir hesum í londunum, sum eisini verða nevnd E4, í gjárkvøldið í felags yvirlýsing, stutt eftir at bæði USA og Iran váttaðu, at londini hava gjørt friðaravtalu.

- Iran má ongantíð útvega sær kjarnorkuvápn. Vit eru til reiðar at samstarva við USA, Iran og altjóða kjarnorkustovnin IAEA um hetta, stendur í fráboðanini.

 


António Guterres.

 

ST-aðalskrivarin fegnast eisini

ST-aðalskrivarin, António Guterres, takkar londunum, sum hava stuðlað samráðingunum, sum førdu til eina avtalu millum USA og Iran.

Í fráboðan gjøgnum talsmannin, Stéphane Dujarric, fegnast aðalskrivarin um tíðindini um friðaravtalu, sum fevnir um: Frið beinanvegin og varandi vápnahvíld, at Hormuzsundið letur uppaftur, og karmar fyri víðari samráðingum.

- Hetta er eitt avgerandi stig móti friðarligari loysn á ósemjuni, sigur ST-aðalskrivarin. 

Samstundis er aðalskrivarin takksamur fyri leiklutin, sum Pakistan, Katar, Egyptaland, Saudiarabia, Turkaland og onnur lond í økinum hava havt í samráðingunum, sum førdu til friðaravtaluna, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949