Stórur eftirspurningur eftir íbúðum í Vestmanna

Stórur eftirspurningur eftir íbúðum í Vestmanna
Níggju íbúðir skulu byggjast í økinum á Bakka
Níggju íbúðir verða bygdar í Bakka í Vestmanna.
Mynd: Vestmanna kommuna  
 
16.06.2026 - 10:46

- Rættiliga stórur eftirspurningur er eftir íbúðum í Vestmanna.

Tað sigur Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri í Vestmanna kommunu, nú økið á Bakka verður riggað til íbúðabygging.

Níggju íbúðir skulu byggjast á økinum, sum kommunan hevur boðið út.

 


Sára Jógvansdóttir. 

 

Kommunan hevur fyrr boðið økið út, men tá tók eingin av.

Samtakið hjá Poul Eriki Johannesen, Hjartvardi Kjærbæk og Jákup Andreasi Lamhauge stendur fyri arbeiðnum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

16062026_Ibudir_Vestmanna

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717