Iran: Avtalan er søguligt skjal

Iran: Avtalan er søguligt skjal
- Friðurin verður veruleiki í skugganum av sínamillum virðing, skrivar Masoud Pezeshkian, forseti, á X
Masoud Pezeshkian er forseti í Iran.
Mynd: CNN  
 
18.06.2026 - 14:58

Iranski forsetin, Masoud Pezeshkian, hevur gjørt sínar fyrstu almennu viðmerkingar um avtaluna við USA.

Tað gera hann á sínum vanga á sosiala miðlinum, X.

Har skrivar hann, at avtalan, sum hann hevur undirskrivað við Donald Trump, forseta í USA, er eitt søguligt skjal, og greitt tekin um eitt sterkt Iran.

- Friðurin verður veruleiki í skugganum av sínamillum virðing, skrivar Masoud Pezeshkian.

- Islamiska Lýðveldið Iran hevur altíð arbeitt hart fyri friði, samstundis sum landið varðveitir sína tign og óheftni. Og landið er eisini áhugað í framburði og samstarvi í økinum, skrivar iranski forsetin í uppslagnum.

Í sambandi við uppslagið hevur iranski forsetin almannakunngjørt fulla orðaljóðið í avtaluni, sum sæst við undirskriftum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 3. september
RagnarRokk 3.september 2026
212238
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Joel Hokka um Via Miseria IV
212237
Hósdag 3. september
RagnarRokk: Nirvargh um Upp úr Dýpinum
212236
Hósdag 3. september
Nýtt ljóð
212666
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514