USA og Iran hava skrivað undir avtalu

USA og Iran hava skrivað undir avtalu
Hormuzsundið letur uppaftur, handilsforðingar móti Iran verða tiknar av, og 2.000 milliardir krónur skulu brúkast at byggja landið uppaftur
Donald Trump, forseti, skrivaði undir avtaluna við Iran á Versailles-slottinum, har hann át døgurða saman við franska forsetanum, Emmanuel Macron.
Mynd: DR, Evelyn Hockstein, Reuters/Ritzau Scanpix  
 
18.06.2026 - 07:52

Amerikanski forsetin, Donald Trump, og iranski starvsbróðir hansara, Masoud Pezeshkian, skrivaðu í gjárkvøldið undir rammuavtaluna, sum skal tryggja vápnahvíld og frið í krígnum millum londini bæði.

Iranski forsetin skrivaði undir heima í Iran, men amerikanski forsetin skrivaði undir avtaluna á Versailles-slottinum í París, har hann er á toppfundi saman við leiðarunum í hinum G7-londunum.

Avtalan er í 14 punktum, og hóast hon ikki er almannakunngjørd, hava amerikonsku sjónvarpsrásirnar, CNN og Fox, fingið innlit í avtaluna frá amerikonskum embætisfólkum.

Avtalan, ið sum skilst er eitt ætlanarskriv, leggur upp til, at Iran aftur sleppur at útflyta olju, og tað verður gjørt við undantaksloyvi frá USA. Hon leggur eisini upp til, at skipaferðslan í Hormuzsundinum verður sum áður, skrivar danska kringvarpið.

 

Skal ikki fáa sær kjarnorkuvápn

Ein annar partur av avtaluni snýr seg um ríkaða uranið, sum Iran hevur havt á goymslu. USA hevur - við stuðli frá Ísrael - kravt, at uranið skal burturbeinast, men tað leggur avtalan ikki upp til. Iran gongur við til, at landið ikki skal fáa sær, ella keypa, kjarnorkuvápn, men tað stóð eisini í avtaluni frá 2015.

Hvat ríkaða uraninum viðvíkir, sigur avtalan, at tað verður verandi í Iran, men tað verður tynt og undir eftirliti av altjóða kjarnorkustovninum.

Hormuzsundið hevur verið stóra knútapunktið, síðan kríggið byrjaði. Tað skal lata uppaftur, og Iran vil skipa so fyri, at ferðslan verður tryggjað uttan kostnað næstu tveir mánaðirnar. Hvat hendir aftaná, er ikki greitt, men sambært tí, sum Mohammad Bagher Ghalibaf, formaður í iranska tjóðartinginum, segði við BBC, verður ikki farið aftur til støðuna fyri kríggið.

 

2.000 mia. kr. til endurbygging

Seinasti parturin av avtaluni snýr seg um endurbyggingina av Iran og at taka av allar handilsforðingar móti landinum. Hvussu tað verður gjørt, er ikki greitt enn, men tað tykist greitt, at avtalan eisini inniheldur ein endurbyggingaravtalu uppá 300 milliardir dollarar tað vil siga slakar 2.000 milliardir krónur í okkara peningi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf kvinnur
211096