Arbeiðsóhapp: Metallutur datt úr krana

Arbeiðsóhapp: Metallutur datt úr krana
Persónurin bleiv koyrdur á sjúkrahúsið til kanningar, men er uttanfyri lívsvanda
Arbeiðs- og brunaeftirlitið kom á staðið, tá ein persónur bleiv raktur av metalluti úr krana í Søldafirði. Myndin er ikki tikin á staðnum.
Mynd: savnsmynd  
 
21.06.2026 - 10:37

Fríggjadagin hendi eitt arbeiðsóhapp á Sandi í Søldafirði.

Tað veit politiið at siga.

Óhappi hendi, meðan ein persónur arbeiddi í einum krana og ein lutur úr metal, sum hekk í krananum, datt niður á hann.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið kom á staðið, og persónurin bleiv koyrdur á sjúkrahúsið til kanningar. 

Persónurin er uttanfyri lívsvanda. 

Kringvarpið hevur ikki fingið upplýst, hvørjari fyritøku viðkomandi persónur starvast hjá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334