Íslendska forsetavitjanin byrjar í dag

Íslendska forsetavitjanin byrjar í dag
Forsetahjúnini koma í Vágar seinnapartin, og haðani verður farið í Tinganes at hava fund við løgmann
Halla Tómasdóttir, forseti, og Björn Skúlason koma til Føroya á vitjan í dag.
 
22.06.2026 - 07:53

Íslendska forsetavitjanin byrjar í dag.

Forsetin, Halla Tómasdóttir, og maður hennara, Björn Skúlason, koma til Føroya klokkan tíggju minuttir yvir tvey.

Klokkan eitt korter til fýra er fundur millum forsetan og løgmann í Tinganesi.

Eftir tann fundin verður farið í løgtingið. 

Í morgin gongur leiðin í Eysturoynna, har forsetin fær høvi at síggja Eysturoyartunnilin, MEST á Skála, svimjihøllina í Runavík og Bakkafrost.

Men fyrst verður vitjað hjá SEV í Húsahaga.

Í morgin verður eisini farið til Klaksvíkar, har vitjað verður hjá kommununi, íslendskum-føroyskum vinnutiltaki í Varpinum, Edwardi Fuglø, listamanni, í kappróðrarneystinum og í Rótini.

Mikudagin eru Hugskotið og Fróðskaparsetrið í Sjóvinnuhúsinum á skránni.

Forsetavitjanin endar við móttøku í Norðurlandahúsinum klokkan hálvgum tólv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595