Íslendski forsetin komin til landið

Íslendski forsetin komin til landið
Forsetahjúnini eru nú á veg til Havnar
Íslendski forsetin, Halla Tómasdóttir, júst komin úr flogfarinum úr Keflavík.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.06.2026 - 14:56

Fyri løtu síðani komu íslendsku forsetahjúnini, Halla Tómasdóttir, og Björn Skúlason, á almenna vitjan í Føroyum.

Tey komu við flogfarinum hjá Atlantsflogi úr Keflavík.

Beinir Johannesen, løgmaður, og konan Helena Johannesen tóku ímóti.

Forsetahjúnini eru nú á veg til Havnar, har fundur verður millum forsetan og Beinir Johannesen, løgmann, í Tinganesi. 

Eftir tann fundin verður farið í løgtingið. 

Í kvøld eru løgmaður vertur fyri døgurða á Hotel Føroyum. 

Í morgin gongur leiðin í Eysturoynna, har forsetin fær høvi at síggja Eysturoyartunnilin, MEST á Skála, svimjihøllina í Runavík og Bakkafrost.

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen:
 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424