Álopið við Sandá: Nevningatingið viðger nú skuldarspurningin

Álopið við Sandá: Nevningatingið viðger nú skuldarspurningin
Niðurstøðan verður kunngjørd í morgin
Nevningatingið í landsrættinum í málinum um álopið við Sandá kunnger sína niðurstøðu í morgin. (Savnsmynd)
 
23.06.2026 - 13:11

Nevningatingið í Landsrættinum viðger nú skuldarspurningin í málinum, har ein 36 ára gamal póllendingur er ákærdur fyri neyðtøku og serliga grovan harðskap, og klokkan 9.30 í morgin verður niðurstøðan hjá nevningatinginum kunngjørd.

Brotsgerðin fór fram um kvøldið tann 28. apríl 2024, stutt fyri klokkan sjey, tá póllendingurin sambært ákæruni leyp á kvinnuna aftanífrá og framdi illgerðina. Læknakanningar vístu aftaná, at kvinnan hevði verið í lívsvanda, tí gerningsmaðurin hevði læst armin um hálsin á henni, og hildið henni soleiðis í drúgva tíð. 

Hann hevði eisini framt annan grovan harðskap ímóti kvinnuni, sligið hana fleiri ferðir í høvdið, og neyðtikið hana á annan hátt enn við samlegu.

 

Dømdur sekur í Føroya rætti

25. mars varð póllendingurin dømdur sekur í Føroya rætti. Hann var dømdur í trygdarvarðhald og útvístur úr Føroyum med alla. Eisini skuldi hann rinda kvinnuni meira enn 200.000 krónur í endurgjaldi fyri tort og mista arbeiðsinntøku.

Trygdarvarðhald - ella forvaring, sum tað eisin verður rópt - verður ofta sagt at vera strangasta revsingin, tú kanst fáa, tí ongin tíðaravmarking er ásett. Í ringasta føri kann tann dømdi sita í trygdarvarðhaldi restina av lívinum.

Tí er tað bara í heilt serligum førum, at revsingin trygdarvarðhald verður dømd, og bara, tá tað verður mett, at vandin er sera stórur fyri, at tann dømdi fer at fremja líknandi brotsverk, verður hann latin leysur. 

Í so máta taldi tað við í dóminum í Føroya rætti, at maðurin áður er dømdur sekur, og hevur sitið dóm fyri morð í Póllandi.

 

Noktar seg framvegis sekan

Fyrrapartin var prosedýra, har verjin legði fram prógvini fyri nevningatinginum og vektaði tey, og verjin talað fyri, at tann 36 ára gamli maðurin er ósekur, sum hann heldur uppá.

Í landsrættinum eru bara tann ákærdi og kvinnan avhoyrd, og onki nýtt er lagt fram í málinum samanborið við tað, sum var frammi í Føroya rætti.

Ákærdi fekk seinasta orðið undir rættarviðgerðini í morgun.

Hann noktar seg sekan í øllum ákærum, og segði, at hann var komin til Føroya at arbeiða og skapa sær eitt nýtt lív, og als ikki var ein persónur, sum kundi fremja slík brotsverk.

Nevningatingið tekur støðu til skuldarspurningin, og tann dómurin verður lisin í rættinum fyrrapartin í morgin. Síðan skal støða takast til revsingina, og um tað verður beinanvegin, ella kanska í ovurmorgin, er ikki greitt enn.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976