Landsrætturin staðfesti dómar í rúsevnismáli

Landsrætturin staðfesti dómar í rúsevnismáli
Ein kvinna og ein maður eru dømd ávikavist trý og fýra ár fongsul, og maðurin, sum tók ímóti rúsevnunum, fekk fýra ár
Landsrætturin staðfesti dómarnar í Føroya rætti. (Savnsmynd)
 
26.06.2026 - 08:36

Dómarnir hjá trimum fólkum í einum rúsevnismáli vóru staðfestir í Eystari landsrætti í gjár.

Talan er um 500 gramm av kokaini og fýra kilo av hassji.

Tvey fólk, kvinna og maður, vóru dømd í oktober í fjør.

Kvinnan fekk trý ár og maðurin fýra ár.

Kvinnan kom til Føroya við Norrønu 27. juli í fjør. Rúsevnini vóru í bili hennara.

Maðurin kom við flogfari 31. juli.

Í desember í fjør var ein ungur maður dømdur í Føroya rætti fyri at skulu taka ímóti rúsevnunum í Føroyum.Hann fekk fýra ár.

Landsrætturin staðfesti dómarnir.

Fólkini nokta seg partvís sek.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 1. oktober
Breddin: Fíggarlógin og vaktarskipini
214095
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037