Húsini standa enn órørd

Húsini standa enn órørd
Enn er einki gjørt fyri at sethúsini, sum Tórshavnar kommuna keypti fyri meira enn 10 milliónir krónur, kunnu brúkast til frítíðarskúla
Tórshavnar Kommuna keypti hesi húsini til frítíðarskúla. Enn er arbeiðið at umvæla og útbyggja húsini tó ikki bjóðað út
 
27.06.2026 - 13:50

Tað hevði skund hjá Tórshavnar Býráð at keypa eini eldri sethús í eysturbýnum í Havn at umvæla og umbyggja til frítíðarskúla.

30.apríl samtykti ein meiriluti av býráðnum at keypa sethúsini í Djóna í Geil gøtu í Havn fyri 10,5 milliónir krónur.

Sambært almennum innliti í málið var tíðin knøpp, kommunan var undir trýsti, tí verandi umstøður í frítíðarskúlanum í økinum - nevndur Smílibýlið - eru vánaligar.

Ein meting frá byggideildin hjá kommununi vísti tó, at sethúsini krevja stórar um- og útbyggingar fyri at kunna nýtast til frítíðarskúla. Ein leystlig meting vísti, at ábøtur, umvælingar og útbyggingar fara at kosta meira enn 20 milliónir, sum kemur omaná keypsprísin - samlaði kostnaðurin kundi tí roknast at vera eini 32 milliónir.

Til samanberingar kostar tað 29 milliónir at byggja ein nýggjan frítíðarskúla, 650 fermetrar til støddar, til 130 børn á eitt stykki, sum kommunan longu eigur í økinum. Tann prísmetingin tekur støði í, hvat tað kostaði at byggja nýggja frítíðarskúlan í Kollafirði, sum varð tikin í nýtslu í apríl. 

Kommunan valdi tó at keypa sethúsini. Men síðani er einki hent.

Arbeiðið at umvæla bygningin er framvegis ikki bjóðað út, og tí eru heldur eingi tilboð komin inn. Eingin nýggj støðulýsing ella meting er heldur gjørd av bygninginum. 

Tað váttar Johan Syderbø, leiðari á Bygningsdeildini hjá Tórshavnar Kommunu.

Hann vísir á, at enn er ov tíðliga at siga, nær bygningurin verður tikin í nýtslu sum frítíðarskúli.

Í fyrsta umfari skal ein verkætlanarbólkur arbeiða við eini byggiskrá, sum lýsir virksemi á stovninum út í æsir, og í hvønn mun húsið skal út- og umbyggjast til virksemi. Bólkurin er ikki farin til verka enn, upplýsir Johan Syderbø.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655