NSÍ hálaði seg upp á javnt á torførum útivølli

NSÍ hálaði seg upp á javnt á torførum útivølli
Víkingur var frammanfyri í 75 minuttir í Sarpugerði, men NSÍ vildi ikki geva skarvin yvir og stríddi seg til 3-3 javnleik á torførum útivølli
NSÍ fekk strítt seg til javnleik ímóti Víkingi í Sarpugerði, har heimaliðið var frammanfyri í 75. minuttir
Mynd: Hjalmar Jóhan Juul  
 
29.06.2026 - 20:12

NSÍ var aftanfyri mestsum allan dystin ímóti Víkingi, men við málum frá Knudsen-beiggjunum og Tobiasi Hestad eydnaðist at stríða seg til javnt á torførum útivølli.

Runavíkingar eru tískil trý stig frammanfyri KÍ, sum púra óvæntað tapti fyri 07 Vestur í Klaksvík í gjár.

Aron Benjaminsen og Sølvi Vatnhamar løgdu annars Víking framum 2-0, men Aron Knudsen minkaði um munin, tá 41 minuttir vóru spældir. Fyrrverandi NSÍ-spælarin, Jørgen Nielsen, hevði kortini tíð til at geva Víkingi 3-1 leiðslu beint fyri steðgin.

Tíðliga í seinna hálvleiki minkaði Petur Knudsen um munin við brotssparki, og tá eitt korter var eftir, javnaði Tobias Hestad til 3-3, og so fingu liðini eitt stig í part.

 

HB reisti seg

Venjaran varð uppsagdur, og nevndin er á veg frá, øll sum hon er, men á vøllinum eydnaðist HB at reisa seg eftir avsmurningin móti Víkingi í hálvfinaluni í steypakappingini hóskvøldið.

Stefan Radosavljevic, Jákup Thomsen, Heini Sørensen og Noah Mneney skutu málini fyri heimaliðið, sum vann 4-1 á Skála í Gundadali. Markus Isaksen minkaði um munin til 2-1 fyri útiliðið, tá ein lítil tími var spældur.

Á Svangaskarði sær einki serligt út hjá B68. Toftamenn endaðu undir niðurflytingarstrikuni, tá 07 Vestur vann á KÍ, og har vóru teir verandi, tí í kvøld leiddi B68-legendan Øssur Hansen AB til 1-0 sigur á B68.

Ein annar fyrrverandi B68-spælari, Brian Jakobsen, skeyt málið hjá argjamonnum, sum við sigrinum veruliga hava rivið seg leysar úr botninum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
Dagur & vika - teknmálstulkað
215643
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485