LÍV: Globe Tracker var steinur oman á byrðu í vánaligu gongdini

LÍV: Globe Tracker var steinur oman á byrðu í vánaligu gongdini
Nú verður farið at finna annan stjóra til tryggingarfelagið, men tað kann taka sína tíð
LÍV og tryggingartakararnir mistu 174 milliónir kr. í Globe Tracker.
 
30.06.2026 - 13:47

Globe Tracker var steinur oman á byrðu í eini sum heild vánaligari gongd við ov lítlum avkasti. 

Tí mátti stjórin frá, sigur Árni Ellefsen, sum sjálvur sat í nevndini í Globe Tracker, áðrenn hann bleiv nevndarformaður í Tryggingarfelagnum LÍV.

Hann viðgongur, at íløgurnar hjá tryggingarfelagnum í Globe Tracker eru gjørdar við vælsignilsi frá nevndini.

21 fakfeløg eiga gjøgnum P/F Fakfelag helvtina í LÍV, og tryggingartakararnir sjálvir eiga hina helvtina gjøgnum Ognarfelagið LÍV.

 


Árni Ellefsen.

 

Onki umboð fyri eigararnar vildi gera almennar viðmerkingar eftir fundin við nevndina í gjár, men søgdu seg tó vera nøgdar við kunningina.

Nú verður farið undir tilgongdina at finna nýggjan stjóra, men tað kann taka sína tíð, tí stjórar í feløgum sum LÍV, ið umsita stórar ognir hjá fólki, skulu liva upp til strong krøv um at vera tað, sum á enskum rópast "fit and proper". 

Ein nýggjur stjóri skal tí eisini góðkennast av Tryggingareftirlitinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

30062026_Arni_Ellefsen_a_middegi

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531