Fyrverandi stjóri: Landsverk eigur ikki trupulleikan

Fyrverandi stjóri: Landsverk eigur ikki trupulleikan
Sigurd L. Lamhauge, fyrrverandi stjóri á Landsverki, er ósamdur við Jacob Vestergaard, landsstýrismann, um at niðurleggja verkætlanardeildina á stovninum
Sigurd L. Lamhauge var stjóri á Landsverki frá 2019 til 2024.
 
01.07.2026 - 13:36

Trupulleikin við, at almennar byggiverkætlanir gerast so dýrar, liggur ikki hjá Landsverki, men hjá eigarunum av byggingini.

Teir virða ikki uppruna-verkætlanina, men vilja áhaldandi hava broytingar, og tí verður tað dýrari, sigur Sigurd L. Lamhauge, fyrrverandi stjóri á Landsverki, nú landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jacob Vestergaard, hevur gjørt av at niðurleggja verkætlanardeildina á Landsverki.

- Avbjóðingin er, at tá arbeiðið er byrjað, vil eigarin brádliga kanska hava ein nýggjan køk ella lyftu aftratt, og tað skal rúmast innan sama fíggjarkarm, og tað ber ikki til, sigur Sigurd L. Lamhauge.

Fyrrverandi stjórin á Landsverki er ósamdur við Jacob Vestergaard um avgerðina.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

01072026_Sigurd_Lamhauge

 

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595