Tóra Petersen leiðari á Sernámi

Tóra Petersen leiðari á Sernámi
Seks umsóknir vóru til starvið
Tóra Petersen tekur við starvinum sum deildarleiðari á Sernámi 1. august.
Mynd: Undirvísingarstýrið  
 
01.07.2026 - 11:43

Tóra Petersen er sett í starvið sum deildarleiðari fyri Sernám, sum nú er deild í Undirvísingarstýrinum.

Tóra Petersen er útbúgvin sálarfrøðingur og hevur eisini ph.d.-prógv í sálarfrøði. 

Hon hevur drúgvar royndir, bæði sum sjálvstøðugur sálarfrøðingur og frá ymiskum almennum stovnum. 

Seinasta árið hevur hon verið virkandi stjóri á Sernámi, og frammanundan var hon í fimm ár trivnaðarráðgevi hjá Námi.

 

Stovnurin lagdur saman við Undirvísingarstýrinum

Sernám hevur verið sjálvstøðugur stovnur, men síðani 1. juni hevur stovnurin verið ein deild undir Undirvísingarstýrinum, og tí var søkt eftir deildarleiðara.

Deildarleiðarin verður partur av leiðslubólkinum í Undirvísingarstýrinum og skal virka fyri, at bygnaðarliga tilgongdin at skipa økið av nýggjum, ber á mál. 

Tætt samstarv er millum Undirvísingarstýrið og Nám á fleiri økjum, og deildarleiðarin skal styrkja knýtið til Nám í sambandið við námsfrøðiliga menning og ráðgeving.

Tóra Petersen tekur við starvinum 1. august. 

Seks umsóknir vóru til starvið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576