Mótrokningin í fólkapensjónini dettur ikki burtur

Mótrokningin í fólkapensjónini dettur ikki burtur
Pensjónsútgjaldið verður í framtíðini regulerað hvønn mánað, og pensjónistar fáa tá ikki rokningar frá Almannaverkinum, tá tey hava arbeitt meira enn væntað
1. januar næsta ár verður skipanin smidligari, tí pensjónsútgjaldið verður regulerað hvønn mánað eftir inntøkugrundarlagnum hjá pensjónistinum.m,
 
03.07.2026 - 07:57

Landsstýrið ætlar ikki at broyta pensjónslógina, so mótrokningin dettur burtur.

Tað er ikki at vanvirða pensjónistar, sum arbeiða, at tey við sera høgum inntøkum ikki fáa fólkapensjón. 

- Tað er ikki vanligt í øðrum londum, at pensjónistar við høgum inntøkum fáa sosiala pensjón. Danmark er eitt av heilt fáum undantøkum, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, í svari til Sámal Petur í Grund, løgtingsmann, sum spurdi um mótrokningina í fólkapensjónini.

Eitt, sum pensjónistar kenna sum forðing í sambandi við arbeiði, er árliga eftirrokningin. 

Men frá 1. januar næsta ár verður skipanin smidligari, tí pensjónsútgjaldið verður regulerað hvønn mánað eftir inntøkugrundarlagnum hjá pensjónistinum, sigur landsstýriskvinnan.

Pensjónistar fara tá ikki at fáa rokningar frá Almannaverkinum, tá tey hava arbeitt meira enn væntað. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775