25 ár síðani fyrsta Laksatorgið í Runavík

25 ár síðani fyrsta Laksatorgið í Runavík
Leygardagin verður árliga Laksatorgið hjá Runavíkar kommunu og Visit Runavík. Væl umtókta tiltakið kann í ár hátíðarhalda, at tað er fjórðingsøld síðani tað sá dagsins ljós
 
08.07.2026 - 15:51

Laksur og Runavíkar kommuna hanga eftirhondini óloysiliga saman. 

Bakkfrost hevur heimstað á Glyvrum í Runavíkar kommunu, og seinastu 25 árini hevur hetta verið hátíðarhildið við árliga Laksatoginum í Runavík. 

Stóra familjutiltakið verður nú leygardagin á Bakka á Glyvrum.

Tiltakið hevur ment seg nógv, bæði í stødd og innihaldi, og so er staðsetingin flutt úr miðbýnum inn á Glyvrar, skrivar Visit Runavík í tíðindaskrivi.

Sum vant, so vera tað hópin av ókeypis upplivingum til bæði stór og smá. Stórt sølutorg, alskins matur, tónleikur og undirhald á sjógvi og landi, umframt at Bakkafrost hevur bæði opið hús og skip.

Laksatorgið byrjar kl. 10.00 og endar kl. 16.00.

Meira kunning á facebook síðuni hjá Laksatorginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Mikudag 23. september
Heilsuhornið
213673
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532