Forsætisráðharrin: Danmark er til reiðar at verja Grønland

Forsætisráðharrin: Danmark er til reiðar at verja Grønland
Amerikanski forsetin hevur aftur borið upp á mál, at USA skal hava ræði á Grønlandi, men Mette Frederiksen sigur, at Grønland er ikki til sølu
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, sum eisini er á Nato-toppfundinum í Ankara, ger greitt, at Danmark er ikki til sølu.
Mynd: Alastair Grant/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
08.07.2026 - 07:58

- Danmark er til reiðar at verja Grønland. Grønland er ikki til sølu. 

Tað segði Mette Fredriksen, danski forsætismálaráðharrin, í sambanbdi við Nato-toppfundin í Ankarar í Turkalandi í gjár. 

Tað var Donald Trump, amerikanski forsetin, sum enn einaferð bar upp á mál, at USA eigur at hava ræði á Grønlandi. 

- Tað er USA, sum eigur at hava ræði á Grønlandi, ikki Danmark, segði Trump.

Amerikanski forsetin hótti eisini við at taka allar amerikanskar hermenn úr Evropa.

 

Danmark er ikki til sølu

Men Mette Fredriksen var greið og skjót at svara aftur:

- Sjálvandi er Grønland ikki til sølu. Tað hava vit sagt greitt alla tíðina.

- Grønlendingar vilja ikki vera partur av USA. Tað hava tey sjálvi sagt, segði Mette Fredriksen á Nato-toppfundinum.

Hon segði eisini, at hon roknar við, at øll Nato-londini virða danska sjálvræðið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858