Ísland: Grønlendska fólkið eigur Grønland

Ísland: Grønlendska fólkið eigur Grønland
Kristrún Frostadóttir, forsætisráðharri, sigur seg hava stórar vónir til nevndina, sum er sett at greiða kravið hjá Trump um, at USA skal eiga Grønland
Kristrún Frostadóttir, forsætisráðharri, á tíðindafundi í morgun.
Mynd: RÚV, íslendska kringvarpið  
 
08.07.2026 - 09:38

Ísland tekur undir við, at Grønland er partur av Danmark, og grønlendska fólkið eigur Grønland. 

Eingin ivi skal vera um tað, segði íslendski forsætisráðharrin, Kristrún Frostadóttir, við RÚV, áðrenn fundurin hjá Nato í Ankara byrjaði í morgun.

Hon segði seg hava stórar vónir til nevndina, sum Grønland, Danmark og USA hava sett at greiða kravið hjá Trump um, at USA skal eiga Grønland. 

 

Gera tað, sum Nato væntar

Hon segði eisini, at Ísland ger alt tað, sum Nato væntar av Íslandi.

Hon segði, at Ísland brúkar nú næstan eitt prosent av bruttotjóðarframleiðsluni til Nato.

- Vit eru gott umboð fyri verjuna í Norðurhøvnum, og eru eygu og oyra hjá Nato, segði Kristrún Frostadóttir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329