ES-forkvinnan: Eiga at seta aldursmark fyri at brúka sosialar miðlar

ES-forkvinnan: Eiga at seta aldursmark fyri at brúka sosialar miðlar
Serfrøðingar mæla til, at ES bannar børnum, yngri enn 13 ár, atgongd til sosialar miðlar, og at krøvini verða linkað stigvíst, til tey eru 18 ár
Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, heldur, at børn skulu hava tryggari byrjan á netinum.
Mynd: Nicolas Tucat/AFP/Ritzau Scanpix  
 
13.07.2026 - 12:57

ES eigur at seta aldursmark fyri, nær børn skulu hava atgongd til sosialar miðlar. 

Tað sigur forkvinnan í ES nevndini, Ursula van der Leyen, nú nýggj frágreiðing hevur staðfest samanhang millum mistrivnað og nýtslu hjá ungum av sosialum miðlum.

Serfrøðingarnir, sum hava skrivað frágreiðingina, mæla til, at ES bannar børnum, yngri enn 13 ár, atgongd til sosialar miðlar. 

Frá 13 ára aldri, til tey gerast 18 ár, skulu tey so líðandi fáa atgongd til sosialar miðlar, men bert um tað er trygt, og tey skulu einans hava atgongd til innihald, sum er hóskandi til aldurin.

Ursula von der Leyen heldur, at børn skulu hava tryggari byrjan til lívið á netinum: 

 - Sosialir miðlar kunnu kveikja og skapa sambond. Men tá ein av trimum ungum siga, at sosialu miðlarnir fáa tey at kenna seg sperd, kedd ella at vera hildin uttanfyri, so kunnu vit ikki skúgva hesar avleiðingarnar til viks.

 

Tíðin komin til broytingar

 - Tá ein fjórðingur av okkara ungu verður útsettur fyri ivasomum innihaldi á netinum - frá haturstalu til óvæntaðan harðskap - er tað greitt tekin um, at tíðin er komin til broyting, sigur Ursula von der Leyen.

Frágreiðingin mælir harumframt til, at børn, yngri enn 3 ár, als ikki skulu hava atgongd til skíggjar.

Avstralia var fyrsta landið í heiminum, sum bannaði børnum, sum eru yngri enn 16 ár, at brúka sosialar miðlar. 

Her heima er hetta eisini partur av samgonguskjalinum hjá ABC-samgonguni við Beini Johannesen, løgmanni, á odda - at banna børnum yngri enn 15 ár atgongd til sosialar miðlar, umframt at snildfonir skulu úr skúlunum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. september
Breddin: Hvat halda tingfólk um PISA-úrslitið?
213107
Fríggjadag 11. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Karin Bech
213097
Fríggjadag 11. september
RagnarRokk: Julien "Nutz" Deyers um The Ember Gone
213093
Fríggjadag 11. september
Morgunlestur fríggjadagur 11. september
212706
Hósdag 10. september
RagnarRokk 10.september 2026
212531
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002