Venesuela: Talið á deyðum eftir jarðskjálvtavanlukkuna nærkast 5.000

Venesuela: Talið á deyðum eftir jarðskjálvtavanlukkuna nærkast 5.000
315 av teimum deyðu eru ikki eyðmerkt enn
Nógvir bygningar rapaðu í jarðskjálvtunum í Venesuela. 6.500 fólk eru bjargað úr húsatoftunum.
Mynd: Leonardo Fernandez Viloria/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
13.07.2026 - 08:35

Talið á deyðum í hørðu jarðskjálvtunum í Venesuela fyri góðum tveimum vikum síðani er nú 4.490, upplýsir formaðurin í tjóðartinginum, Jorge Rodríguez.

Almenna talið á særdum er 16.740, 6.462 fólk eru bjargað undan hústoftum, og umleið 18.000 hava mist hús og heim.

Rodríguez segði í gjár, at av teimum, sum eru funnin deyð, eru 315 ikki eyðmerkt enn. Talið á deyðum fer helst at vaksa nógv næstu dagarnar.

Í næstu viku fer stjórnin í Venesuela undir at veita heimleysu fólkunum bústað. Sera fáir venesuelar hava trygging.

Rodríguez segði, at tilsamans 856 bygningar hava fingið skaða: 190 av teimum liggja í sori. Nógvir av bygningunum vera helst tiknir niður.

 

Minni enn ein minuttir millum skjálvtarnar

Tað var 24. juni, at norðurstrondin í Venesuela var rakt av tveimum jarðskjálvtum, sum vóru mátaðir til ávikavist 7,2 og 7,5, og minni enn ein minuttur var millum teir.

Venesuela, sum longu er í kreppu orsakað av vánaligari leiðslu í landinum í fleiri ár, og av amerikonsku revsitiltøkunum, var ikki ført fyri at handfara støðuna, tá ið jarðskjálvtarnir vóru, og dagarnar eftir jarðskjálvtarnar.

Bjargingarlið úr fleiri londum við serkunnleika í jarðskjálvtum, eitt nú USA, Meksiko, Kolumbia, El Salvador og fleiri evropiskum londum, vóru skjót at hjálpa Venesuela, og fóru alt fyri eitt at leita eftir fólkum undir húsatoftunum, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211525
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375