Upsavirki stúra fyri at missa MSC-góðkenning

Upsavirki stúra fyri at missa MSC-góðkenning
Stjórin á Faroe Origin sigur, at góðkenningin kann verða tikin aftur, um landsstýrismaðurin fer at útluta fleiri fiskidagar í bólki 5
Faroe Origin í Saltangará.
 
14.07.2026 - 09:10

-Tað verður ein vanlukka fyri upsavirkini, um MSC-góðkenningin rýkur, tí talið av fiskidøgum bara verður økt uttan um umsitingarætlanina.

Tað sigur Jens Pauli Petersen, stjóri á Faroe Origin í Saltangará, sum fyrst og fremst tekur ímóti upsa.

Hann stúrir fyri, at MSC-góðkenningin av føroyska upsafiskiskapinum kann verða tikin aftur, um Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, fer at útluta eyka fiskidagar til útróðrarbátarnar í bólki 5.

 


Jens Pauli Petersen.

 

Landsstýrismaðurin boðar frá ætlanini í svarunum upp á tveir grein 52a-fyrispurningar frá tingmonnunum Sámali Petur í Grund úr Sjálvstýri og Fróða Magnussen úr Fólkaflokkinum. 

Báðir spurdu um, hvat landsstýrismaðurin ætlar at gera, nú tað er nærum vist, at bólkur 5 verður í uppisetri fyri fiskidagar, áðrenn árið er runnið.

Bárður á Steig Nielsen endar svarini til báðar tingmenninar við hesum orðum:

"Nú fiskiskapurin er góður, og skipanin verður eftirmett, ætlar landsstýrismaðurin at lata fleiri fiskidagar í inniverandi ári."

Og tað hevur fingið nógv í fiskivinnuni at stúrsa við.

 


Marita Rasmussen.

 

Eitt nú segði Marita Rasmussen, stjóri á Havstovuni, í Degi og Viku fríggjakvøldið, avgjørd, at tað var brot á umsitingarætlanina, um landsstýrismaðurin nú koyrir fleiri fiskidagar inn í skipanina.

Umsitingarætlanin er eitt umsitingaramboð, sum skal tryggja, at veiðan eftir toski, hýsu og upsa er burðardygg.

Og tá landsstýrismaðurin hvørt ár ásetir fiskadagatalið í kunngerð, skal tað sambært sjófeingislógini gerast í samsvari við umsitingarætlanina.

Tað vóru Fiskimálaráðið, Vørn og Havstovan, sum saman við vinnuni gjørdu umsitingarætlanina í 2021. Millum annað tí heldur stjórin á Faroe Origin tað vera eina greiða andsøgn, at landsstýrismaðurin nú brúkar eftirmetingina av skipanini sum argument fyri at útluta fleiri dagar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

14072026_Upsi_og_MSC

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659