- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jógvan í Lon Jacobsen farin
Jógvan í Lon Jacobsen farin
Jógvan í Lon byrjaði í starvi á Fróðskaparsetrinum í 1988, og hann var m.a. við í arbeiðnum við Føroyskari orðabók, sum kom út í 1998

Jógvan í Lon Jacobsen var 68 ára gamal, nú hann doyði.
15.07.2026 - 15:59
Mánakvøldið andaðist Jógvan í Lon Jacobsen, professari í føroyskum máli, 68 ára gamal
Hann byrjaði í starvi á Fróðskaparsetri Føroya í 1988.
Harumframt hevur Jógvan í Lon røkt mong nevndarstørv, millum annað var hann formaður í Staðarnavnanevndini, Málnevndini og limur í Orðabókagrunninum.
Hann var eisini við í arbeiðnum við Føroyskari orðabók, sum kom út í 1998, og hann var høvuðsritstjóri á Føroyskari orðabók í góð 20 ár.
Jógvan í Lon Jacobsen hevði eisini sendingar í Útvarpi Føroya, ið hann við tilvísing til sín áhuga fyri ítrótti kallaði Málmaðurin í útvarpinum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV























