Fiskaútflutningurin vaks 1,3 milliardir

Fiskaútflutningurin vaks 1,3 milliardir
Laksaútflutningurin vaks 485 milliónir krónur, frá juni í fjør til mai í ár
Fiskaútflutningurin vaks 1,3 milliardir krónur frá juni í fjør til mai í ár.
Mynd: Hagstovan  
 
16.07.2026 - 15:14

Fiskaútflutningurin vaks 1,3 milliardir krónur frá juni í fjør til mai í ár.

Tilsamans var útflutt fyri góðar milliardir krónur hetta tíðarskeiðið, og vøksturin er 11,2 prosent, vísa tøl hjá Hagstovuni. 

Útflutningsvirðið á flestu fiskasløgum vaks, men virðið á fóðri og fiskamjøli minkaði.

Laksaútflutningurin vaks 485 milliónir krónur, frá juni í fjør til mai í ár. Vøksturn er 8,3 prosent. Nøgdin vaks meira enn 18.000 tons, ella 18,3 prosent. 

Útflutningsvirðið á toski er vaksið knappar 336 milliónir krónur, ella 28,6 prosent. Útflutta nøgdin er vaksin góð fýra prosent. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302