Nýggjur skúlastjóri við Løgmannabreyt

Nýggjur skúlastjóri við Løgmannabreyt
Turid Vang Frederiksen tekur við starvinum 1. september
Turid Vang Frederiksen er nýggjur skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt.
 
16.07.2026 - 08:00

Turid Vang Frederiksen er sett í starvið sum skúlastjóri í Skúlanum við Løgmannabreyt.

Har hevur hon verið lærari seinastu árini.

Hon tekur við starvinum 1. september.

15 umsóknir vóru til skúlastjórastarvið.

Í fyrra umfarinum vóru níggju umsóknir, men Undirvísingarstýrið kom við endurlýsing.

Høgni Joensen, sum hevur verið skúlastjóri, síðani skúlin var stovnaður í 2008, hevur sagt seg úr starvi.

Í Skúlanum við Løgmannabreyt vera 366 næmingar næsta skúlaár.

Har eru 33 fulltíðarstørv sum lærarar. 

 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025